Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Bussleiðin má endurskoðast

2020-10-30 13:26
Kommunalpolitikkur - 

Læs seinasta vikuskiftið grein frá valevni, um at byggja fleiri parkeringspláss til starvsfólk við Landssjúkrahúsið (LS) fyri ta nettu upphædd á 16 mió. kr.

Her er eitt øðiligt byggjarí í kommununi, fyri ikki at snakka um rundanum LS. Vit eru næstan druknaði í øllum hesum byggimeldrinum, sum m.a inniheldur p-kjallara undir H-bygninginum.

Men tað er kanska ikki neyðugt við teimum stóru útreiðslunum fyri at koma nærri eini loysn fyri fleiri av starvsfólkunum á LS, sum búgva í Havnini, í øllum førum.

Um Bussleiðin byrjaði at koyra eina løtu fyrr um morgunin og helt á at koyra eina løtu seinni, enn hon ger í dag, so kundu fleiri starvsfólk á LS, sum møta á vakt kl. 7, ella sum fara av vakt kl. 23.15, brúkt bussin til ferðing og latið bilin staði við hús.

LS er størsta arbeiðspláss í Havnini. Hetta hevði minkað um trýstið á ferðsluni á vegum okkara og er munandi betri fyri okkara umhvørvi, ... hóast bussarnir brenna olju ... enn. Og hetta hevði eisini minkað um trýstið viðvíkjandi parkeringstrupulleikum rundanum LS.

Onkuntíð sær mann bara ikki skógin fyri berum trøðum.

Jensia Højgaard Kjærbæk

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN