Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Breiðar politiskar semjur - burtur við blokkpolitikki

2021-11-16 08:00

Éitt og sama samfelag - tørvur á breiðum politiskum semjum

Nær fór politikkurin av sporinum?

Ella hevur føroyskur politikkur í heila taki nakrantíð verið á tí breiða sporinum?

Eg havi altíð haft ta áskoðan, at fyri at flyta landið framá, soleiðis at fólkið kennir seg aftur í førda politikkinum, og nikkar til tiknu avgerðirnar, eisini tær truplu avgerðirnar, mugu hesar verða breitt funderaðar.

Tá fólk sita í andstøðu, eru tey ofta sera upptikin av breiðum semjum. Sjálvandi kundi mann freistast til at sagt, tí tað er einasti møguleikin, fyri at fáa nakað av sínum politikki ígjøgnum. Men tá somu fólk so seinni koma í samgongu, hvørvur hetta hugtakið sum døgg fyri sól.

Og hetta eru allir flokkar líka góðir um, ongin undantikin!

Men, hví er tað soleiðis? Hví duga vit ikki tað politiska handverkið í Føroyum?

Hví hava vit misskilt hugtøkini demokrati og parlamentarisma. Halda vit veruliga, at parlamentarisman merkir, at tey 17 bestemma alt og hini 16 bestemma onki í 4 ár?

Hvør hevur sett eitt vatntætt skott ímillum 17 og 16, hvar stendur tað skrivað?

Tørvurin hjá landi og fólki

Eg gekk á studentarskúla í Høng árini 82-84, og minnist væl, tá eg skuldi upp til endaliga próvtøku í søgu. Spurningurin eg trekti var ”Kanslergadeforliget”, sum Javnaðarflokkurin, Radikali vinstraflokkurin og Vinstraflokkurin gjørdu í 1933.

Stóra neyðin í Danmark hetta tíðarskeiðið gjørdi, at ein breið pragmatisk semja bleiv gjørd, fyri at bjarga danska búskapinum, sum stóð á eggini til kaos, í kjalarvørrinum á heimsumfatandi kreppuni aftaná børskrakkið í 1929.

Semjan er seinni søgd at verða týdningarmestað politisk-fíggjarliga semjan, sum bleiv gjørd í 30'unum. Semjan er ov umfatandi at greiða frá her, men hon er m.a. fundamentið undir núverandi sosiallóggávu, sum er galdandi enn tann dag í dag.

Hetta er ongantíð farið frá mær aftur, tí tað virkaði so sjálvsagt, at politikkur eigur at taka støði í veruliga tørvinum hjá landi og fólki, og ikki bara í hugsjónarligum ástøði.

Tað verður altíð ein blanding av hugsjónarligum innihaldi, sum í síðsta enda verður úrslitið, í eini politiskari skipan, har vit hava val 4. hvørt ár. Alt annað er utopi at fyristilla sær.

Hugsjónarliga kunnu vit sum politikarar kjakast um hvør vegur, sum er tann rættasti.

Men borgarin er sum útgangsstøði pragmatiskur og upplýstur.

Borgarin gjøgnumskoðar lættliga, tá vit politikarar fara niður í skotgravirnar, og royna at billa honum alt ímillum himmal og jørð inn, sum hann veit er tað reina nonsense/ vrøvl.

Stórur tørvur á reformum í samfelagnum

Føroyska samfelagið eigur at verða í støðugari menning, men eg haldi, at menningin verður óneyðuga seinkað og ósamanhangandi, við núverandi skotgravarpolitikki.

Vit samtykkja skipanir (í bestu meining) við smølum meirilutum, á so at siga øllum økjum.

Vit standa við stórum avbjóðingum á so at siga øllum økjum í Føroyum:

  • Hvussu skulu vit skipa og fíggja samferðsluøkið í framtíðini?
  • Hvussu skulu vit skipa og fíggja heilsuøkið í framtíðini, herundir rehabilitering?
  • Hvussu skulu vit skipa ferðavinnuna í framtíðini, herundir gongd í haga?
  • Hvussu skulu vit skipa ein framtíðar orku- og veðurlagspolitikk í Føroyum?
  • Hvussu skulu vit skipa og fíggja grøna orkuskiftið í Føroyum, ein heildarætlan?
  • Hvønn framtíðar vinnupolitikk stinga vit út í kortið?
  • Hvussu skapa vit haldføri í okkara fíggjarpolitikki, tá vit vita, at vit um 20 ár eru dupult so nógv eldri (80+) enn í dag?
  • Og ikki minst, hvussu skipa vit privatrættarliga økið (t.d. familjurætt), ið hvílir sum eitt tungt skíggj omaná politisku skipanini?

Eg spyrji bara, tí eg haldi, at tað er onki land í heiminum, sum hevur brúk fyri, so breitt funderaðum politiskum semjum sum Føroyar, tí øll okkara inntøka, er fullkomuliga tengd at náttúruni, og tessvegna í útgangsstøðinum sera ótrygg.

Svarið er kanska sum í yrkingini hjá Janusi Djurhuus:

Nær verður heimferð mín
Tá ravnur flýgur í brúðarlín
Og reynið randar av rósum og vín
Tá verður heimferð mín

Erhard Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í løgtingsins fíggjarnevnd