Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Børnini á dagstovnunum skulu raðfestast hægri

2020-10-21 16:45

Tað eru nakrar grundleggjandi tænastur, sum kommunan veitir sínum borgarum, sum eru sera týdningarmiklar. Tað er eldraøkið, og tað er dagstovnaøkið – hesi eru eisini míni hjartamál, nú eg stilli upp til býráðið. Eg havi áður skrivað um eldraøkið, so hesa ferð er tað dagstovnaøkið. Tað er ikki rætt, at kommunan bara hevur fokus á bygningarnar og tøl av brúkarum og børnum á stovni, men fokus má so sanniliga eisini vera á sjálvt innihaldið á stovnunum.

Børnini eru okkara dýrabarasta tilfeingi – eingin ivi um tað. Tí er tað so avgerandi neyðugt, at vit sum foreldur og samfelag geva tí unga ættarliðinum bestu kor fyri menning og trivnað. Tað ber tí ikki til, at vit framhaldandi bara hava fokus á, hvussu nógv dagstovnapláss, vit hava, og enntá reypa av tí. Nei, vit skulu hava fokus á, hvussu børn okkara trívast og mennast á dagstovnunum. Tað kann ikki vera meiningin, at dagstovnar eru støð, har vit langtíðarparkera okkara børn. Dagstovnarnir hava børnini so nógvar tímar um vikuna, har tey eru vakin og væl fyri og opin fyri innlæring og menning, og tí mugu tey stimbrast og stuðlast.

Sjálvandi eisini alt eftir, hvussu tørvurin hjá tí einstaka er.

Hetta er avgjørt ikki ein kritikkur av starvsfólkunum, sum arbeiða á dagstovnunum, tí eg veit, at tey eru dugnalig og gera eitt gott arbeiði, men trupulleikin hjá teimum er tann sami sum hjá okkum innan eldraøkið, tey náa ikki alt tað, tey vilja. Tey vita, hvussu innihaldið skal vera, tá tað er optimalt, men hartil náa tey ikki.

Har eru snøgt sagt ov lítið av starvfólkum, og tað kann bara kommunan gera nakað við.

Í 2014 kom Pedagogfelagið við einum álitið, sum vísti, hvussu normeringin á dagstovnunum eigur at vera, fyri at tørvurin hjá børnunum verður møttur. Metingin segði, at vøggustovubørn eiga at fáa í minsta lagi 11,3 tímar um vikuna hvørt, og barnagarðsbørn 7,3 tímar. Men hóast hesa staðfesting frá Pedagogfelagnum, so er ikki nógv hent frá kommunalari síðu. Tí varð eisini eitt uppskot um minimumsnormeringar á dagstovnum lagt fram á ting, men uppskotið fall.

Tí eigur býráðið at áseta sær sjálvum krøv um minimumsnormeringar á dagstovnunum, um ikki Løgtingið ger tað fyri okkum. Vit eiga somuleiðis regluliga at eftirmeta dagstovnaøkið, soleiðis at vit alla tíðina vita, hvussu støðan og trivnaðurin hjá børnunum er.

So mín boðskapur her er tann sami, sum tá tað ræður um eldraøkið. Latið okkum fáa fleri normeringar, hóast tað sjálvandi kostar nakað meira av játtan. Og her bøtur allur bati. Tá skattakrónurnar fara til at gera umstøðurnar hjá okkara børnum betri og lívskvalitetin hjá teimum eldru betri, tá verða skattakrónurnar brúktar til eitt sera gott endamál. Politikkur snýr seg í botn og grund um lívið hjá okkum menniskjunum, sum liva í okkara samfelag.

Hetta vil eg arbeiða fyri, um eg verði vald í býráðið.

Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C