Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Borgarstjórin ið gloymdi at svara 2400 mótmælisundirskriftum frá havnafólki

2020-11-06 16:12

Jenis av Rana hevur nú bjóða arkitektum at koma við uppskotum til nýggja tjóðleikhúsið – hesaferð tó við teirri serligu viðmerking, at staðsetingin kann verða arðastaðir enn á Skálatrøð.

Hetta man vera tí, at Jenis væl dugur at síggja, at fólk ikki eru samd, um staðseting á Skálatrøð er tann rætta til Havnina í dag, og um pláss yvirhøvur er á Skálatrøð fyri at taka ímóti fólki,ið koma til høvuðsstaðin at vitja tjóðleikhúsið.

2400 mótmælisundirskrifturnar móti staðseting á Skálatrøð hava sagt sína meining um tað!

Men Annika Olsen, saman við Tjóðveldinum góðtekur ikki, at ein so stórur partur av fólkinum sigur NEI til hesa ørvitisætlan. Hetta vísir, hvussu magt-fullkomin tey eru blivin á vaglinum eftir 4 ár við valdið. Henda magt-arroganca hevur ikki sætt sín líka.

Tann 3. mai 2019 tók Annika Olsen smílandi ímóti 2400 mótmælisundirskriftum frá undirritaða. Eg hevði savnað hesar undirskriftir eftir bert 4 vikur. Framman fyri snurrandi kamera og bliktrandi myndatólum og fleiri tíðindafólkum lovaði hon,at hetta stóra mótmæistiltak skuldi fáa tað virðing, ið hetta hevði uppiborið.

Við Regin Winther Poulsen, frá portal.fo segði Annika Olsen sama dag ( 3. mai 2019 ), at tey fóru at viðgera hetta mál beinavegin; men hvat er so hent? Einki….. og havnafólk standa spyrjandi, um borgarstjórin aftur hevur brotið eitt av sínum mongu lyftum; tí brotnu lyftini eru fleiri. Í somu grein við Portalin tann 3. mai 2019 lovar Annika Olsen at fáa fleiri parkeringspláss til Havnina. Heldur ikki hettar er nakað meira at frætta um, nú vit skriva Novembur 2020.

Man kann halda fram við stórmálum, sum vónsviknir havnarborgarar bíða eftir:

- Væntandi játtan til asfaltering av bæði vegum og gonguteigum. Hetta munnu flestu bileigarir nikka játtandi til, eins og tey ið eru til gongu. Ikki í lagi, tá ið hugsa verður um, at flestu húsarhald eiga 1 ella 2 bilar, fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.

- Eg havi ígjøgnum mítt starv samskifti við ymisk starvsfólk í Tórshavnar Kommunu. Hetta verði seg alt frá Húsaumsitnigini ( Húsavørðarnir ), Reinhaldinum, Viðlíkahald, Asfalds-sjagginum og annars umsitingini sum heild. Felags fyri flest øll hesi fólk er, at tey eru sera nærløgd og røsk og haravtrat legga tey nógv fyri at røkka bestu úrslitinum í kommununi, vegna okkara borgarar. Men gjøgnumgangandi trupuleikin er at man ikki vil játta neyðuga peningin at halda allir bygningar, vegir o.a. viðlíka og annars sum heild, halda Havnina reina. Tó so snakkar Annika Olsen um at byggja stóra svimjihøll og flottan skoytibana, heldur enn at halda tað viðlíka, ið man longu eigur. Her manglar eftur míni meining ein realitetssansur, so tað forslær.

- Kirkjugarðurin hevur ligið í órøkt síðan nýggja samgongan kom til,eisini vegna væntandi játtan. So galið bleiv tað at enda, at Annika Olsen alment mátti út at orsaka, at kirkjugarðurin sá miserabel út. Hetta kann ikki annað sigast, enn at verða ein stór vanærislig skomm, at man ikki setur nøkandi játtan av til Kirkjugarðin, har vit øll hava góð liggjandi. Her má ein konstant nøktandi játtan verða tiltaks og ikki bert pynta um kirkjugarðin upp undir val.

- Sjálvt ólavsøkuna kláraði man at gera til nakað rót. Við trilvandi hond komu fleiri ymiskar útmeldingar fyri at at halda eina amputeraða ólavsøku, ið reint faktiskt skuldi verið avlýst. Har var onki at halda. Heldur fór man undir at lova valagn fram til komandi val, við at luta pening út til nøkur fá ? Við tí úrsliti at korona smittan blussaði upp í eina tíð eftur Ólavsøkuni.

Ein tragi-komiska søga, kann eg eisini siga frá til hetta høvið. Eg havi síðstu nógvu árini gingið ella koyrt eftur áarvegnum og framvið Býráðsskrivstovuni, uml. Klokkan 7.45 ávegis til arbeiðis. Fyrr var altíð ljós á hesi skrivstovu og oftast aktivitetur uppá hetta tíðspunkti. Men síðstu 4 árini hevur verið myrkt og oyði. Heldur hevur mann møtt núverandi borgarstjóra runni sær ein túr kl. 9, ja onkuntíð seinni enn hetta. Hetta vísur sera væl hvussu man í verðuleikanum tekur sína uppgávu sum borgarstjóri í álvara. Hetta var ikki gamalt millum fyrrverandi borgarstjórar.

Man kundi hildið fram við at nevnt mál, ið hava verið vanrøkt av sitandi samgongu. Ongin ivi skal verða um, at her at nógv at taka fram, ið vísir á at Havnin er forsømd. Hetta lati eg so liggja hesuferð, fyri at stytta um hetta skriv, frá einum vónbrotnum havnamanni.

Samanumtikið hava Annika Olsen og onnur í býráðssamgonguni, tey síðstu 4 árini skuffað nógv havnarfólk. Man kann spyrja seg sjálvan hví, og svarini eru kanska nógv. Men mítt boð er ganska einkult, at man hevur valt nakrar býráðspolittikarar, har hjørtuni ikki banka nokk fyri Havnina.

- Og tað er væl ikki meiningin, ha ?

Tískil vóni eg at havnafólk til hettar býráðsvalið faraat velja fólk inn í Tórshavnar Kommunu, sum vilja Havnina. Politiski flokkurin hevur onki at siga, innan komunalpolitikk. Tí her má tað verða viljin og alskurin fyri Havnini, ið telur mest.

Við Havnakvøðu

Høgni Lützen