Valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

Borgarar skulu hava javngóðar møguleikar – eisini eldri

2020-11-05 15:52

Ja; vit hava øll ynski um eitt gott lív, eisini tá vit blíva eldri. Ofta verður tikið til, at aldur bert er eitt tal, og tí kann eisini sigast, at tað eru borgarar í øllum aldri – yngri og eldri, ið hava tørv á eini vælvirkandi heilsu- og umsorganartænastu.

Øll hava rætt til eitt gott og virðiligt lív, og tað vilja vit í Javnaðarflokkinum tryggja øllum borgarunum, bæði heima og á teimum ymisku stovnunum, ið kommunan hevur. Tað skal borgarin sleppa at gera av sjálvur, og gjarna saman við teimum nærmastu.

Tað er tørvur á fleiri røktar- og umlættingarplássum, somuleiðis sum stórur tørvur er á fleiri starvsfólkum til økið. Hetta skal raðfestast, og skulu tað eisini skipast fleiri bráðfeingis umlættingarpláss.

Raðfestingar í menniskju – yngri og eldri, kunnu og skulu ikki gerast upp í pengum, hetta er ein vælferðartænasta, ið vit hava sum skyldu at veita okkara borgarum. Tað er sosial politikkur!

Borgarar, sum hava ávísar sjúkur kunnu hava avbjóðingar, og tí eiga vit serliga at taka hond um hesi. Tað gera vit millum annað við at tryggja, at bústaðarviðurskiftini eru góð, og at starvsfólkini, sum eru um tey eldru og onnur, eru væl útbúgvin.

Eg vil – saman við øllum borgarum, hava trygd fyri at tað er trygt, gott, fjálgt og við góðum umstøðum, at blíva “eldri” í Tórshavnar kommunu – eisini, um aldurin bert er eitt tal.