Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Billie Eilish – unga ættarliðið sigur nú frá: “Porno hevur oyðilagt mín heila”

2022-09-07 13:14

Amerikanska sangstjørnan, Billie Eilish, ið er 20 ára gomul, fortelur nú um avleiðingarnar av porno í hennara egna lívi. Hon byrjaði longu at hyggja eftir porno sum 11 ára gomul. Hetta er ikki óvanligt síðani internetið er komið. Porno tók yvirhond og oyðilegði hennara heila, sum hon sjálv tekur til. Seinni legði Billie kropp til óhóskandi ting, sum porno-bransjan gav eina mynd av at vera púra vanligt.

Tað, at vit menniskju kunnu blíva sera bundin av porno er ikki nýggj vitan. Tað, at pornografiska tilfarið blívur ógvisligari. At porno oyðileggur heilan. At porno syndrar relatiónir og gevur ungdóminum eina forkvaklaða mynd av sex, er heldur ikki nýggj vitan. Hetta eru alt viðurskifti, ið granskingin hevur víst á (peer-reviewed gransking). Samstundis er porno-bransjan ein sera myrk bransja har eitt nú sex-trafficking, harðskapur og valdstøka (neyðtøka) er gerandiskostur.

Hetta havi eg víst á í Føroyum, eins og fleiri aðrir politikarar og almennir persónar kring heimin hava gjørt. Trupulleikin er, at vit vera stemplaði at vera konservativ fólk, sum bert koma við moral- prædikum, um hvat menniskjan ikki skal gera. Tað, sum vit hava víst á, er nú sjón fyri søgn, tí talan er greið frá ungu Billie Eilish: “Eg haldi veruliga, at porno hevur oyðilagt mín heila og eg føli meg knústa av, at eg bleiv útsett fyri so nógvum porno”. Sumt av tilfarinum var so ógvusligt, at hon fekk marruna av tí (Kelda: https://www.theguardian.com/music/2021/dec/15/billie-eilish-says- watching-porn-gave-her-nightmares-and-destroyed-my-brain).

Avleiðingarnar av porno eru oyðileggjandi fyri okkara unga ættarlið, sum veksur upp við internetinum, ið eftir hondini er ein inngrógvin partur av gerandisdegnum. Internetið (pallurin hjá porno-bransjuni) stendur víð opið fyri øllum føroyskum borgarum. Børn, ung og vaksin hava júst ta somu atgongdina til porno, tá tey reika á netinum. Tað syrgiliga er, at so at siga onki er gjørt við porno-trupulleikan síðani internetið kom. Hvørki í Føroyum ella aðrastaðni í vesturheiminum.

Spurningurin er nær vit vakna og gera okkurt við stóra trupulleikan...

Steffan Klein Poulsen
løgtingsmaður fyri Miðflokkin