Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bilfríur miðbýur!

2020-11-06 14:59

Nú er nokk knarrað um parkeringspláss og parkeringstunlar í miðbýnum í Havn. Frá 28. juli 2021 og fram verður miðbýurin í Havn bilfríur.

Soleiðis verður trivnaðurin í miðbýnum í Havn settur í hásæti, tí við at flyta bilaferðsluna uttan um miðbýin í Havn, vinna vit á fleiri týðandi hermótum í einum høggi: tað trivnaðarliga, tað heilsuliga og ikki minst tað sosiala fer at vinna stríðið ímóti dálkandi og rørslutarnandi bilaferðsluni, sum í alt ov stóran mun hevur hug til at kroysta seg ígjøgnum miðbýin í Havn.

Nóg nógvar undanførslur eru hoyrdar, nú má vera nokk!

Skalt tú ørindi í býin ein dag, fá tær so til vana at lata bilin standa. Bussleiðin loysir allar tínar trupulleikar við flutningi í og úr miðbýnum.

Ráðgevingin í kommununi hevur fleiri góðar loysnir á bilaferðslutrupulleikanum í miðbýnum. Vit hava góðar royndir av at leiða bilaferðsluna uttan um miðbýin í Havn, eitt nú á ólavsøku og tá størri tiltøk verða fyriskipað, t.d. í Tórsgøtu, í Vágsbotni og á Vaglinum. Vit skulu gera tað lokkandi hjá fólki at koma í miðbýin og eisini at búgva í miðbýnum. Vit skulu hava tilboð, sum ikki eru aðrastaðni í býnum. Vit skulu fáa fólk at tíma at koma í miðbýin, bæði til handils og til upplivingar.

Handlarnir í miðbýnum fáa onkrar avbjóðingar, tá bilaferðslan verður stýrd uttanum. Hetta skal sjálvandi takast í álvara. Vit mugu ikki gera tað enn truplari hjá handlunum at vera til, tí teir uppfylla ein týdningarmiklan tørv, sum jú eisini snýr seg um at fáa meira fólk at koma í býin.

Kommunan má tí gera sítt til at fáa umstøðurnar í miðbýnum so mikið meira áhugaverdar fyri fólk at koma í miðbýin, at grundarlagið undir handilslívinum í miðbýnum kann verða styrkt.

Hetta kann verða gjørt við at byggja fleiri íbúðir í nánd av miðbýnum. Kommunan eigur nøkur øki, sum liggja væl fyri, har bæði lestraríbúðir, leiguíbúðir og lutaíbúðir kunnu verða bygdar. Einar 200 íbúðir í miðbýnum og í nánd av honum kundu tískil eisini verið við til at minkað um bilaferðsluna í miðbýnum, tí tá hava fólk ikki fyri neyðini at fáa sær egnan bil, um tey kundu hugsað sær at sloppið undan tí.

200 nýggjar íbúðir í miðbýnum merkja samstundis 3-400 nýggjar íbúgvar í miðbýnum.

Eisini skal kommunan finna eitt høli í miðbýnum, sum skal vera karmur um eitt savn fyri samtíðarlist. Slíkt savn hava flestu høvuðsstaðir, sum vit samanbera okkum við. Tí tá vildi kommunan í verki víst, at hon virðismetir okkara samtíðar listafólk, bæði tey etableraðu og okkara ungu listaspírar.

Harnæst er eitt útbreitt ynski millum borgarar í kommununi, at partur av Havnará, frá Ebenezer og oman eftir, verður latin uppaftur. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, og eigur at fáa hetta gjørt í einari heildarætlan fyri miðbýin skjótast gjørligt, har eisini kloakkirnar í miðbýnum og kring miðbýin verða dagførdar. Hetta er ein íløga í framtíðina, eisini tá vit hugsa um, at gera Havnina til ein rættiligan universitetsbý, har lestrarumhvørvið setir sín týðiliga dám á vøksturin.

John Dalsgarð
valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið