
Bilar og seyður riggar ikki saman!
2020-10-20 12:15
Seyður á vegnum, har bilar koyra ikki er trygt. Fleiri ferðsluvanlukkur eru júst av hesi orsøk, og tí er neyðugt at loysa trupulleikan. Tórshavnar kommuna skal komandi ár tryggja at farleiðin í Kollafirði skal verða uttan seyð á vegnum, og er neyðugt at vetrarfriðingin verður veruleikin sum skjótast.
Tórshavnar býráð hevur sett pening av til hettar, og eg fari at arbeiða fyri at hettar gerst veruleiki sum skjótast, soleiðis at tað er trygt at koyra ígjøgnum Kollafjørð.
Sama er galdandi í øðrum í bygdum í Tórshavnar kommunu, vit eiga at seta sum mál at vetrarfriðing verður sett í verk allastaðni í kommuni, hettar skal sjálvandi gerðast við semju við tey ymisku hagastýrini.
X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin