Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Betri buss: Velbastað, Kirkjubø, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Signabø, Oyrareingir og Kollafiri!

2020-10-31 14:36

Tað skal verða gjørligt at búleikast uttan bil í Tórshavnar kommunu.

Í fjør spurdi eg á mínum facebookvanga, hvussu bussleiðin kundi betrast á teirra øki.
Fleiri skrivaðu tá, og nú eg spyrji aftur, er ikki nógvur bøtt.

Foreldur muga koyra og heinta børn alt ov ofta, tí tað er torført at fáa fáu túrarnir at passa. Eisini er skúlagongdin darvað av ringa busssambandinum. Tað tekur børnunum 3,5 tímar at fara til Havnar at svimja í 1 tíma. Undirvísingartímar av bygdini, tiltøk og túrar kosta ov mikið í bíðitíð. Tað gongur út yvir børnini og er ikki nøktandi. Hettar fari eg at gera nakað við beinanvegin!

Um eg verið vald, fari eg eisini at kanna, um skúlar skula hava møguleika at tilkalla koyring í hóskandi akfari.

Í vikuskiftinum steðga bussarnir at koyra kl. 20 - tað er alt ov tíðliga. Yvirskipað eru alt og fáir túrar, og tað ger, at bilur ella bilar, um tvey vaksin eru, er treyt fyri at búleikast eitt nú vestan fyri Reynið.

Fleiri fólk úr norðaru bygdunum hava ynskt, at bussurin koyrir eftir Vegnum langa heldur enn Hvítanesvegnum, tí so nógv virksemið er eftir vegnum og niðaneftir. Hettar eigur ikki at verða nakar trupulleiki at framt beinanvegin. 

Mín grundhugsjón er, at man skal kunna búgva í kommununi uttan bil.
Tað eru ikki øll húsarhald, ið ynskja ella hava ráð til bil. Summi eru likamliga skerd, og kunnu tí ikki koyra bil.
Fyrimunirnir við einari góðari og vælbrúktari bussleið eru nógvir. - Tað er betri fyri umhvørvið, at vit koyra saman, og vit sleppa undan ferðsluproppum og parkeringsruðuleikanum.

Allir býlingar og bygdir í kommununi skula hava nøktandi bussleið, tað virki eg fyri.

Á BjørgDam.fo eru fleiri greinar um aðrar bussleiðir. Hevur tú uppskot til bata ella eitt hjartasuff, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Set X við Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.