Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Beint til sakina ...

2020-10-26 18:59

Hvar var raðfestingin av eldraøkinum í Kollafirði í arbeiðstíðini hjá býráðssamgonguni ? 

Her finna vit enn eina lýsing frá býráðnum um Kollafjørð og hvat rørir seg.

https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=247

Hendan lýsing liggur inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu sum er skriva 9 juni 2017. Ikki eitt orð um eldradepil ella eldrasambýlið - væl skilligt tí nú verður ikki val fyrrenn um 4 ár. Nú var alt sum tað hevur verði aftur.

Eg eri vísur í at kollafjarðarnevndin ikki er samd um, at eldrasambýlið er so niðurraðfest. Avbjóðingin her liggur helst í, at staðbundnunevndirnar sum eru fólkavaldar, hava onki vald. Tað eiga vit eisini at eftirhyggja, um tær kundu fingið nøkur viðkomandi amboð sum gav teimum størri sjónligheit.

2017 er sama ár sum ein kommunuætlan verður gjørd. Hendan ætlanin sum mín fyrsta grein, bygdi alt útfrá. Í hesi kommunuætlan hevur meirilutin góðtikið at raðfesta nýggjan eldradepil í Kollafirði fram til 2025, um tá góð 9 ár. Í hesi ætlan stendur at projektering og staðseting skal fara fram við 2 milliónum í 2021 - 10 milliónir setast av á hvørjum áðrið frá 2022 til og við 2025 tá væntandi verkætlan skal setast í gongd.

Hetta lýstið eg alt í míni fyrstu grein, sum lýsir mítt størsta hjartamál sum er at útvegað kollfirðingum eitt nýtt, tíðarhóskandi ellisheim ella fínari orð eldradepil. Tìðarhóskandi næstu nógvu árini.

Aftursvar frá samgonguni var at man viðgekk skeivu raðfestingina og longu næsta ár, skuldi hetta setast í gongd....

Nú vóru vit spent uppá nakað nýtt - men nú tættari undan valinum heldur man seg framvegis til upprunarligu ætlan - 2 milliónir eru settar av til staðseting og projektering, eins og ætlanin var í 2017. Eg kann endurnevnað at eldranevndin longu hevði gjørt stóran part av staðsetingararbeiðinum.

Eg haldi tað er umráðandi, at lýsa væl. Tí vil eg lýsa á at sitandi býráðsmeirilutið meinar onki við at raðfesta eldrasambýlið ella eldradepil í Kollafirði. Tí tað tey siga skal henda við hesum, er júst tað sama sum tey ætlaðu sær í 2017 - raðfestast til 2025.

Óseriøst - ein ætlan sum skal hava tríggjar meirilutar áðrenn endastøðina. Hetta er at lata okkara eldru upp til tilvildina. Hetta hevur verði góðtikið í alt ov langa tíð. Hetta er høvðusorsøkin til at eg góðtók at stilla upp. Eldrasambýlið ella eldradepilin í Kollafirði er komin í sjálva yvirskipaðu valskránna hjá Javnaðarflokkinum. Sum hitt einasta einstaka mál, verður hetta nevnt í faldarinum og Kollafjørður verður nevndur burturúr allari rúgvuni. Hetta var eisini mín treyt og tað fór ígjøgnum !

Eg ætli mær víðari við hesari arbeiðsorkuni, men tað er tú góði veljari sum tekur avgerðina.

KOM VIÐ at seta spakan í so okkara eldru fáa tær umstøður teimum so leingi hava havt tørv á. Hetta er ein hin virðismikla íløgan, eftir eldraøkið var løgd út á kommunurnar. Tryggja okkara eldru, starvsfólk og avvarðandi.

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar Býráð