
Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.
For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum
Bátadráttur til nólsoyingar
2020-10-08 11:19
Umstøðurnar hjá bátaeigarum verða nógv betri í Nólsoy, tí
nú fer at bera væl til at taka bátin upp á land, sum annars hevur verið
trupult.
Arbeiðið at gera nýggja bátadráttin til nólsoyingar er
boðið út. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri trygdina hjá nólsoyingum og
teimum vitjandi. Við bátadráttinum fer at bera til hjá Nólsoyar Bjargingarfelag
at taka bátin upp.
Tilboðini koma inn mánadagin, og so verður farið undir at
fyrireika arbeiðið. Bátadrátturin í Nólsoy er eitt got átak fyri trivnað og
tryggleika í Nólsoy.
Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin og formaður í
Vinnunevndin í Tórshavnar