Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Barnatannlæknarnir skulu hava nýggj høli

2020-10-26 00:35

 Stundin er komin at byggja nýggja tannlæknastovu til barnatannlæknarnar og børnini í høvuðsstaðnum. Hetta eigur at verða eitt mál hjá nýggja býráðnum

 

Í hálva øld hava børn í høvuðsstaðnum gingið til tannlækna í tannlæknastovuni í Tórsgøtu. Nú er tíð at geva tannlæknunum og børnunum eina nýggja tíðarhóskandi tannlæknastovu.

 

Tað er altíð gott at koma inn við sínum børnum til tannatstøðingarnar, tannrøktararnar og tannlæknarnar í Tórsgøtu, men hølini eru merkt av aldri. Har er ov trongligt, og innrættingin tykist ikki vera hóskandi til alt røktarvirksemið, sum hevur til endamáls at geva okkara børnum best møguligu tannrøktina.

 

Fólkini í tannlæknastovuni í Tórsgøtu gera sítt ítasta fyri at varðveita góðu tenninar, sum okkara børn verða fødd við. Hetta er ikki hissini uppgáva, tí ringar tenn kunnu vera eitt haft um beinið bæði í barnalívinum, í sosialu samveruni og í arbeiðslívinum. Ringar tenn ávirka lívsgóðskuna sum heild.

 

Uppgávan er sostatt sera týðandi. Tí er hetta eitt mál, sum eg seti á dagsskrá, um eg verði valdur á býráðsvalinum 10. november.

 

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin

og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð