Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Barnaansing í Tórshavnar kommuna

2020-10-30 11:03

Ein vanligan morgun áðrenn klokkan átta er bert eitt starvsfólk tilstaðar, tá eg komi við mínum barni í vøggustovu. Samstundis koma fimm onnur børn á stovnin innanfyri næsta tíman, tá starvsólk nummar tvey eisini kemur til arbeiðis. Eg steðgi á uttanfyri hurðina eina løtu, og eygleiði hvussu børnini verða stemplaði inn, matpakkin lagdur í køliskápið, og børnini síðani sett inn á gólvið at spæla, áðrenn starvsfólkið kann taka ímóti næsta barninum - sum eitt samliband. Eina barnið er nýliga byrjað, so tað vil helst sita hjá starvsfólkinum eina løtu eftir at mamman er farin. Tó ganga ikki meira enn 3 minuttir áðrenn næsta barnið, sum nokk hevur fingið skeiva beinið úr songini, kemur inn um hurðina. Starvsfólkið hevur ikki annað val enn at seta ótrygga barnið á gólvið saman við hinum, sum nú hava hug at togast um ta einu stóru legoplátuna. Barnið við tí skeiva beininum vil fyrst ikki sleppa pápanum, heldur síðani uppá at eta fruktstongina úr matpakkanum, og verður síðani frá sær sjálvum, tá fruktstongin var við bláberum og ikki tann grøna. Ótrygga, nýbyrjaða barnið situr nú ímillum øll hesi togandi, rópandi og enn ókendu fólkini. Tárini hava trillað eftir kjálkunum eina løtu, men enn hevur starvsfólkið ikki varnast tað, tí tað hevur úr at gera við at handfara tey meira ljódligu børnini. Eftir einari løtu sum fluga á vegginum, fari eg víðari til arbeiðis, takksom fyri at mítt barn síðstu løtuna hevur kókað suppu av einum traktori og ikki hevur havt beinleiðis tørv á einum starvsfólki, sum ikki hevði tíð.

Tit, børn eru framtíðin - ikki bara hjá býnum, men hjá okkum sum landi og tjóð”. So mælti borgarstjórin í Tórshavn fyri nøkrum árum síðani. Hvørja framtíð viðkomandi sipaði til er ilt at gita um, men soleiðis sum umstøðurnar eru á dagstovnunum í kommununi í dag, bendir onki á, at tað eru børnini, sum verða raðfest. Á leið 2600 børn ganga á stovnum í kommununi, og vit foreldur (og veljarar) uppliva dagliga, at hetta økið væntar raðfesting og fígging. Tað finnast ómetaliga nógvir dugnaligir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnunum í kommununi, men undir hesum umstøðunum ber ikki til hjá teimum at gera tað tey duga best - at taka sær av og menna okkara børn. Tað er eisini trupult at ímynda sær, hvussu tað er hjá hesum starvsfólkum, at hava ábyrgdina av børnunum, síggja hvat teimum tørvar, men ikki hava møguleika at geva teimum tað, tí tað snøgt sagt ikki er tíð. Nógvu uppsagnirnar, sjúkrameldingarnar og útskifting av starvsfólki vísa eisini á at hettar er ein stórur trupulleiki.

Í Tórshavnar kommunu fær hvørt vøggustovubarnið 10,2 tímar og hvørt barnagarðsbarnið 5,7 tímar um vikuna. Íroknað hesar tímarnar er leiðsla, umframt stuðulsfunktiónir sum reingerð og matgerð. Eitt álit frá pedagogfelagnum frá 2014 vísti á, hvussu normeringin á dagstovnunum eigur at vera, fyri at tørvurin hjá børnunum verður møttur. Hendan meting segði, at vøggustovubørn eiga at fáa í minsta lagi 11,3 tímar um vikuna hvørt, og barnagarðsbørn 7,3 tímar. Samanborið við dagsins normering í Tórshavnar kommunu, gevur hettar á einari vøggustovu við 12 børnum á leið 18 tímar meira um vikuna, ella 3,5 tímar um dagin. Treytin er tó, at øll normeringin einans fer til tíð saman við barninum, og ikki til leiðslu ella uppvask.

Síðsta vetur varð uppskot lagt fyri løgtingið um at seta eina minimumsnormering eftir brøkinum hjá pedagogfelagnum. Uppskotið fall við tí argumentatión, at landsstýrismaðurin arbeiðir við at endurskoða alt økið, og at kommunurnar samanumtikið mettu seg stýra hesum økinum væl. Onki hevur tó verið frammi um hetta síðani, so trupult er at vita hvussu er statt við hesum máli. Kommunurnar eiga barnaansingarøkið, og tí átti ikki at verið neyðugt hjá landsmynduleikanum at seta tílík krøv kommunan eigur at vísa vegin, og taka stigið sjálv. Tað hevði verið hóskiligt, at kommunan av sínum eintingum fylgdi tilmælunum frá pedagogfelagnum, og hækkaði normeringina og harvið eisini tímatalið á stovnunum.

Tórshavnar kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2021 játtað 4,5 mill til økta normering. Um roknað verður eftir sama dømi sum omanfyri, gevur hettar á leið 0,5 tíma um dagin á somu vøggustovu - ella 2,5 min. til hvørt barnið. Gamaní er hettar ein byrjan, men munandi størri tøk skulu til, um tað veruliga skal muna fyri bæði starvsfólk og børn. Tá skal samstundis havast í huga, at álitið longu er 6 ára gamalt, og krøv og raðfestingar eru broytt munandi. Tí er ikki vist at hendan minimumsnormering er nøktandi í dag.

Vit vilja við hesum heita á verandi og komandi býráð um at raðfesta hetta økið, og ítøkiliga fremja hesar broytingar:

  • Hækka normeringina samsvarandi tilmælinum frá pedagogfelagnum

  • Lat normeringina vera til børnini, og takið leiðslutímar og tímar til aðrar stuðulsfunktónir úr normeringin

  • Eisini átti Pedagogfelagið at latið nýtt álit úr hendi við tillagaðum tilmælum og kommunan átti at tikið hettar til eftirtektar, og tillagað normeringina samsvarandi. Við vón um broytingar til frama fyri børn okkara.

Foreldur í Tórshavnar kommunu