Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Átti fútin tikið eina kognitiva test?

2021-07-31 13:51

Fis, vrøvl, og humbug á góðum donskum máli.

Nú tá ið ólavsøkan stundar at enda fyri summi, sær man nú greinar stinga seg upp, ið snúgva seg um hvussu argur fútin og fars-óttakomiserurin eru um at síggja vanliga standardføroyingin liva lívið í fjøldini.

“Der er for mange mennesker” De synger jo, og som vi alle ved, så fører syngen til sygdom”. Og blablabla.

Hetta hóast tað at fútin sjálvur, og alt løgtingi og teir fráfalnu prestarnir gungu bæði skrúðgongu oman kirkjuna, har teir so gamaní læstu hurðini. Men alíkavæl hildu teir so kósina niðanaftur til tinghúsvøllin, stillaðu seg tætt saman - og halt nú fast -við fólksungu. Uha! Síðan inn í tingsalin, har teir so aftur læstu hurðina fyri almenninginumella pøbelen á góðum donskum.

Nú tá ið eg havi gorrað hattar út.

1. Hví halda fútin og óttakommiserurin at sangur á midnátt smittar meir enn kjaftaslit á degi?Hava teir dokumentatión at vísa á at so er? Vit síggja jú, at fjøldin á degi (har fútin var við) er ikki so dramatiskt minni enn fjøldin á kvøldið.

2. Pál Weihe gav hesi góðu óbrúkuligu ráð til ólavsøkuna. “heilsið upp á tey tú kennir við frástøðu”. Trupulleinin har, góði Pál, er bara tað, at tá ið tú heldur fjarstøðu til ein tú kennir á ólavsøku, er lík við tað, at tú ert allarhelst í nærstøðu við ein fremmandan.

3. Hví fáa fólk ikki ein faldara við tá ið tey blíva prikað, ið lýsir hvat fyri hjáárin ein kann væntast, og hvat innihaldið er ívaccininum. Trúgvi neyvan nakar veit hattar!

4. Hví skal man hava eina negativa koranatest fyri at sleppa flúgva, men ikki tá ið tú skalt prikast?

5. Hví er ikki tilmælt at lata brúktar munnblæður inn á apotekið? Eru tær ikki tað man sigur á enskum biowaste?

6. Hví følist tað sum at tit lúgva í gronina á fólki?

7. Hvar er úlvurin? Tit havas kríggjað og gorrað nú í næstan ár. TVEY ÁR! Úlvurin kemur, úlvurin kemur! Hvar er hannIkki ein kjaftur deyður av hesi sokallaðu pandemi.

Eg kundi hildið áfram, men tað kann tann, ið lesur eisini. Men faktum er, at tað er hvørki høvd ella hali á hesum tilmælum, ið tit blíva við at koma við.

Nú herfyri kom fram, at yvir helvtin av teimun innløgdu við corona í Englandi, vóru innløgd frammanundan, also tey fingu korona á hospitalinum, og blivu tískil ikki innløgd vegna korona, ið man bleiv leiddur at trúgva. Hetta er naka mistanki hevur verið um leingi, og sum pressan nú treyðugt við koma út við.

Eg biði um orsaka fyri villur ogtílíkt.

Gundur Streymoy