Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

At vera ella ikki at vera

2021-10-23 18:02

- hví hava vit ADHD ... kunnu vit ikki bara sleppa at vera ADHD’arar? 

Eg skáli og skoli hvønn morgun eina tablett niðurum saman við mínum 9 ára gamla soni. Verða vit nøktandi vanlig í dag?, er tað vit bæði tvey hugsa í vónríku stillheitini, har tamarhaldið á innara ófriðinum og á tankum okkara enn ikki er sprottin burturúr hesum gandinum, sum býr í hesari ‘optimeringstablettini’.

Eg spurdi ein dagin sonin hjá mær, hvussu hann hevði tað við at taka heilivág fyri sína diagnosu? Hann svaraði skjótt:

Tað er fínt, tí so blívi eg róligur sum hini, og so fái eg ikki skeld.

Spurningurin stóð partvíst svaraður men eisini partvíst ósvaraður, tí hann svaraði spurninginum pragmatiskt, sum um heilivágurin var andevni, sum hann noyddist at taka, fyri ikki at smitta sosiala umhvørvið við sínari ræðuligu, eitrandi ... orku ...?

Eg valdi at spyrja nærri inn til svar hansara. Eg vildi hava hann at hugleiða um, hvat hetta gjørdi við hann kensluliga, og hvussu hetta egentliga myndaði hansara sjálvsfatan: Hvat fær tað teg at føla, at tú mást taka heilivág hvønn morgun fyri at vera sum hini? Hann hugsaði eina góða løtu sum ikki er typiskt fyri okkara typu og svarar so:

Eg føli meg skeivan hvønn dag, tá eg skal taka mítt medisin. Tí eg eri ikki sum hini, men tað noyðist eg at vera ... Tað er mega órættvíst.

endaði mín 9 ára gamli sonur við at siga. Ein reflekterandi, rá og erlig hugleiðing, sum var týdningarmikil at fáa sett orð á. Tí hetta eru beinleiðis sjálvdestruktivar kenslur, sum eru uppá spæl, og so mann sum foreldur og vónandi eisini sum samfelag kann ásanna, hvat hetta normalfikseraða samfelagið fær m.a. fólk sum okkum at føla.

Munurin á at verA og at hava (warning: lummavísindi)

Tey serkønu hava lært okkum, at vit ikki eru okkara diagnosa, men at vit hava eina diagnosu.
So í okkara føri hava vit ADHD
og eru ikki ADHDarar.

Men hvat merkja hesir bókstavir egentliga, og hevur avleiðingin av hesari stytting/simplifisering, verið ein sjúkliggerð av einari ávísari typu við bert at lýsa tey aspektini av hesari typu, ið órógva maskinaríið í framkomna heiminum? Tí heldur enn at síggja okkum sum eina typu, samansett sum allar aðrar, kennist tað sum, at mann vil hava okkum at vera berarar av hesari diagnosu:

Attention Deficit Hyperactivity Disorder

altso, Undirskot av Uppmerksemi Hyperaktivitetur og Órógv/Ólag - ‘UUHÓ’.
Eftir at hava hugleitt um hetta at hava ella vera – í longri tíð, sum fyri ein ADHD’ara merkir, í umleið eina viku ... er niðurstøðan hjá mær, at eg eri ein ADHD’ari, eins og onnur eru introvert, ekstrovert, aggressiv, bóklig, droymandi o.s.fr.

Tað at hava nakað, seti eg í samband við sjúkur og t.d. brek. Um tú manglar eitt bein, og harvið hevur/ber eitt brek, ger hetta teg ikki brekaðan. Tí tað, sum eyðkennir tína persónligheit, tína typu, kann m.a. vera okkurt av teimum dømunum, eg nevndi omanfyri, t.d. introvert, tað sum í tær er íborið, altso tað tú ert, og tað sama er galdandi, um tú hevur krabbamein. Tú ert ikki krabbin, tú ert ein persónur, ið er raktur av einari sjúku, sum helst skal lekjast. So hví skulu vit, m.a. sonurin og eg, hava ADHD? Hví eru vit bólkaði við nakað, sum skal lekjast, tá hesir bókstavir bert lýsa okkara sereyðkenni sum typu?

Mín niðurstøða er tann, at samfelagsstruktururin í tráanini eftir kroniskum vøkstri ikki hevur hug til at geva sær stundir til at viðurkenna okkum, men heldur vil problematisera og doyva okkara eginleikar. Eins og laksur, ið svimur móti streyminum, er hetta m.a. eitt av okkara sereyðkennum – “på godt og ondt”. Men trupulleikin er tann, at skipaða samfelagið tykist at vilja hava øll at vera deyðar sildir, ið bert fylgja streyminum.

Eins og einaræðisharrar nýta kúgan sum ideella valdsháttin mótvegis fólki teirra fyri at tryggja sína einsrættandi skipan sum sjálvandi altíð er til teirra egna fyrimun fái eg kensluna av, at modernaða, peningafikseraða samfelagið hevur gagnnýt ein hóp av typum, problematiserað tær til frama fyri sálarleysa produktivitetin, sum elvir til øktan kapital, og givið hesum typum eyknevni, sum fyrst kúgar og síðan oyðileggur sjálvsfatanina hjá hesum typum. Normaliseringin er amboðið, ið her verður nýtt, og vit bókstavaríku typur verða gagnnýttar á ein misnýtandi hátt.

Sonur mín og eg eru bæði hyperaktiv og impulsiv, sum elvir til vantandi fokus sum annars er vorðin ein høvuðstreyt í stillisitandi verðini men sum eisini elvir til eina ørgrynnu av hugskotum. Eg havi ikki hyperaktivitet og impulsivitet ... Eg ERI hyperaktiv og impulsiv. Hetta eru míni eyðkenni, mínir eginleikar, so hví skal eg hava tað, hví kann eg ikki bara vera tað í (ó)friði?

... Hetta er ein retoriskur spurningur ... eg kenni svarið!

Ein ókreativ og Dovin útbúgvingarskipan

Um vit hyggja eftir útbúgvingarskipanini, so er hon vorðin púra hysterisk og nærmast alvaldandi. Alt er merkt av positivismu; tú avrikar, og talið, ið tú tá fært handað, avger, hvat tú eftirfylgjandi sleppur at avrika.

Tú noyðir menniskjað inn í ein mekaniskan frymil, har menniskjað endurgevur endurgevingar, og jú betur tú endurgevur, jú hægri verður talið. Førleikin at endurskapa verður settur í hásætið heldur enn originala (ný)skapandi kraftin.

Tað er so eitt, men at útbúgvingarskipanin við sínari positivismu eisini hevur gjørt seg inn á teir kreativu eginleikarnar, ið ein hópur av menniskjum eru fødd við, oyðileggur tann sanna kreativitetin, vil eg pástanda. Trupulleikin er tann, at menniskju, ið hava hetta íborið, hesa skapandi megi, mangan ikki hava tað íborið at sita still ... og endurgeva nakað, sum einaferð var originalt. Við hesari positivistisku, stillisitandi, yvirbókligu skipan hevur útbúgvingarskipanin meira ella minni tikið patent uppá “álítandi” kreativitet. Altso er álitið treytað av trúvirðis-ECTS’unum, ið menniskjað handan sokallaða kreativitetin slaviskt hevur ognað sær. Við hesum fær skipanin og samfelagið ein hóp av pseudokreativum fólkum tó eisini kreativum fólkum gjøgnum útbúgvingina, men spennir bein við sínari pertentligheit fyri tey kreativu, ið ikki megna tað bókliga við at hálova sjálva útbúgvingina heldur enn tann óspilta kreativitetin. Afturvendandi minimalisman, vil eg siga, stuðlar undir hesa fatan, har ein rúgva av sjálvsøknum opportunistum hava loyvt sær, og hava via útbúgving fingið heimild til at kalla seg kreativ, listarlig og original. Tónleikur í dag eru lítiðsigandi elektroniskar ljóðbylgjur; ein reyður klattur á einum lørifti verður púra ósmæðið og ókritiskt seldur fyri 50.000 kr og sigast skal, at hesin klattur ikki var blóð Jesusar. Og so til arkitekturin. Hvussu ofta kann ein hvítur kassi imponera? Doyði Renessansan við Ídnaðarkollveltingini? Ja, tíverri mátti kvalitetur lúta fyri kapitalinum.

Fyri at taka samanum, so haldi eg, at kapitalisman nýtir positivismuna til at regulera og avmarka reina kreativitetin, sum mong av teimum ónormalu, diagnostiseraðu, annars hava í sær. Tí tey ónormalu snøgt sagt skapa ein óstruktur við sínari óskipaðu tankagongd og øðrvísi tilgongd, og harvið seinka effektivitetin, og harvið ferðina á búskaparliga vøkstrinum.

Hví skilja (fisk), tá tað er skjótari at stigmatisera?

Einstein segði:
“If you judge a fish by its ability to climb a tree, it will live its whole life believing that it is stupid.” – og ja, har endurgav eg sjálv.

Um ein, ið hevði eitt brennandi ynski um at gerast stjórnmálafrøðingur, men treytin var, at tú ikki hevði eitt ítøkiligt pensum at halda teg til, men í heilum skuldi ogna tær alternativa vitan, úttrykkja búskaparlig viðurskifti gjøgnum ljóðføri, skapa ein samanhang millum tey trý ríkisvaldini gjøgnum ein sjónleik og mála eina myndarøð av søgu parlamentarismunnar, og hálvahvønn tíma framkalla 10 passioneraði men sera óviðkomandi hugskot ... ja, so trúgvi eg, at introvertar typur og bókligar typur høvdu kent seg skeivar, og møguliga hildið hetta vera óviðkomandi eins og eg mangan havi hildið um tað eg havi skulað lisið og endurgivið í skúlahøpi.

Vit passa ikki inn. Vit skulu fokusera, men vit eru ófokuseraði. Tað merkir, at vit ikki fáa eitt reelt rásarúm, men skulu tilpassast hendan trúvirðisskapandi frymilin. Útgreining, diagnosa, kognitiv viðgerð og medisinsk viðgerð, ljóðar uppskriftin uppá, ið skal ala okkara innara normalitet fram, so vit fáa tað lættari ... ella er hetta faktiskt fyri tykkara skyld?

Tá vit so loksins eftir fleiri ár í bíðirøð, sum hevur elvt til fylgjudiagnosur, so sum angist, strongd, tunglyndi og í ringasta føri sjálvmorðstankar, eru vit uppetin sálarliga. Í tráanini eftir yvirpromoveraða friðinum, sum samfelagið altíð hevur lagt upp til, og í bíðistøðuni ella bara í støðuni, har tú ikki veitst, hví tú altíð hevur kent teg skeivan, byrjar tann tilvitaða ella ótilvitaða sjálvmedisineringin alt ov ofta. Innari ófriðurin, ið myndaði okkum, kendist ikki sum ófriður fyrr enn struktururin í samfelagnum sannførdi okkum um, at friðurin var tað einasta rætta.

Brennivín, hash og onnur rúsevni, ið verða nýtt sum sjálvmedisinering elva til innara friðin. Meðan stigmatiseringin av rúsevnismisnýtarum í samfelagnum samstundis elvir til ein veruligan sosialan óynsktan frið fyri misnýtaran. Ekskluderingin er tín revsing. Í áhaldandi effektiviseringini og blómandi vøkstrinum er skjóta fordømingin tí tann einasta kenslan, tú kanst vænta av tínum næsta.

Tí er ADHD lívshættisligt, og eg vil gagnnýta positivismuna til at undirbyggja hendan pástandin við at vísa á, at livialdurin av ADHD’arum í miðal er 12 ár lægri enn hjá tí stóra meirilutanum. Og hetta er ikki orsakað av einari deyðiligari sjúku, ið niðurbrýtur likam okkara, men tí samfelagsstruktururin er tann deyðiliga sjúkan; selektivur og kyniskt pragmatiskur.

Við valdi fylgir ábyrgD

Um politiski myndugleikin ikki av álvara raðfestir psykiatriina nú og styttir ómenniskjaligu bíðitíðina munandi, verifisera tit mítt sjónarmið til UG og dumpa reint etiskt sum fólkavald tí stórir partar av fólkinum, ið valdi tykkum hava tørv á einari góðskuríkari psykiatri. Tit mugu ásanna, m.a. at fólkaskúlin ikki er so fólksligur sum hann ljóðar, og at heitið, SERflokkur, altso ikki er eitt plástur á sárið, sum kann bøta um tað ófólksliga, men heldur kann virka sum salt í stigmatiseringina. At Heilaga Undirvísingarskipanin harðliga hevur brúk fyri íblástri frá kreativum, evt. ólærdum, sálum til at umskipa summar útbúgvingar, har alternativ undirvísing verður javnsett við tungt vigandi bøkur ... ja, kanska okkurt nýtt hevði sprottið burturúr.

Øll tit, ið sita við evsta valdi í Føroyum, tit hava heimild til at hugsa, lóggeva og skapa inklusión, og um tit nýta hetta vald rætt, eru vit nógv, sum tá endiliga kunnu byrja at droyma um eina framtíð, har vit ikki noyðast at taka tablettir hvønn morgun fyri at vera nakað annað, enn tað vit eru.

Um mann sum politiskur myndugleiki ikki megnar at seta seg inn í støðuna hjá teimum, ið stríðast, kann eyðmýkt vera eitt sera gagnligt amboð. Og annars, gagnlig upplýsing. Takk fyri, at tú læs hetta, hóast mítt vantandi trúvirði sum verandi ófaklærd í øllum tí, sum eg havi skrivað um her.

KristinA Dam (og so líka eitt stumt) H’IsfelD