Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Annika Olsen hevur ikki demokratiskt mandat til sín atburð

2021-12-14 20:18

Annika er ikki vald á ting. Men hon máar støðið undan eini avtalu, sum tey, ið eru vald fyri Fólkaflokkin, hava gjørt. Uttan mun til, hvat mann heldur um barsils-málið, so er hetta ikki í lagi.

Sjúrður Skaale

Fyrst vil eg gera eitt púra greitt: Eg – eins og allur Javnaðarflokkurin á tingi – taki undir við, at samkyndar kvinnur fáa somu rættindi sum onnur. Eg vóni eisini, at uppskotið um hetta verður endaliga samtykt við 3. viðgerð.

Men onnur hava rætt at hava aðra hugsan. Og um eg lyfti meg uppum hvat eg haldi um hetta málið, so skilji eg væl tey í Fólkaflokkinum, sum eru ónøgd við atburðin hjá Anniku Olsen.

Annika er jú ikki vald á ting. Hon er annað varðafólk hjá Fólkaflokkinum, og umboðar einans 289 av teimum 8298 atkvøðum, sum flokkurin fekk í 2019. Hon situr altso á tingi takkað verið atkvøðunum hjá øðrum í flokkinum.

Tann, sum hevur fylgt nøkulunda við farnu árini, er ikki í iva um, hvar Fólkaflokkurin stendur í málinum um rættindi til samkynd. Flokkurin hevur púra kategoriskt og harðliga talað ímóti hesum rættindum. Og hvørja ferð tað hevur verið atkvøtt um slík rættindi, hevur ein samdur Fólkaflokkur atkvøtt ímóti.

Tey 8298 sum valdu Fólkaflokkin á síðsta vali vistu, hvat tey gjørdu, tá tey settu sín kross. Summi valevni hjá lista A høvdu upp undir valið tosað um, at rættindi skuldu takast frá samkyndum – og eingin hevði tosað um, at tey skuldu fáa fleiri rættindi. Heldur ikki Annika Olsen. Hon hevði enntá áður atkvøtt ímóti rættinum hjá samkyndum at giftast.

Er tað so rætt – reint demokratiskt – at Annika nú, við sínum sera veika mandatið, máar støðið undan eini samgonguavtalu, sum tey, sum blivu vald fyri flokkin, gjørdu eftir valið?

Mann kann hava ymiskar meiningar um, hvørt henda avtala var skilagóð. Men tey valdu høvdu demokratiskt mandat til at gera hana. Spurningurin er, um Annika Olsen, sum ikki er vald, hevur demokratiskt mandat til at bróta hana. Eg haldi tað er meira enn ivasamt.

Víst skal mann fylgja sína samvitsku. Men mann skal eisini halda avtalur.

Jacob og Jørgen á ting

Ein máti at loysa knútin uppá, er, at Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard fara úr Landsstýrinum, og taka sínar tingsessir í nakrar dagar. So mugu Heðin Zachariassen og Annika Olsen víkja síni sæti.

Síðani fella Jacob og Jørgen saman við restini av samgonguni uppskotið – og so fara teir aftur í landsstýrið.

Tá eg persónliga hugsi um javnrætt til samkyndar kvinnur, haldi eg, at hetta hevði verið púra skeivt.

Men demokratiskt sæð hevði tað verið í lagi.

Jørgen er valdur á ting – og hann umboðar 722 veljarar.

Jacob er valdur á ting – og hann umboðar 783 veljarar.

Tilsamans umboða teir 1505 veljarar. Og teir standa fyri floksins konservativu kós í slíkum málum.

Annika umboðar bara 289 veljarar. Hon er slett ikki vald á ting, men er annar varðalimur. Og hon umboðar ikki floksins kós.

Tað kann ikki vera ivi um, hvør hevur sterkari demokratiskt mandat.

Líknandi støða í C

Í 1992 var Javnaðarflokkurin í eini líknandi støðu, sum Fólkaflokkurin er í nú.

Javnaðar- og Fólkaflokkurin vóru í samgongu, og høvdu m.a. sett sær fyri at seta Rúsdrekkasølu Landsins á stovn.

Andstøðan, sum vóru Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, vóru ímóti, og samgongan hevði bara ein í meiriluta.

Ein varðamaður hjá Javnaðarflokkinum – kendi losjumaðurin Jacob Lindenskov – segði seg illa kunna fylgja flokslinjuni. Marita Petersen, sum sat í landsstýrinum, vildi ikki góðtaka, at ein varðamaður kundi fella eitt uppskot, sum flokkurin annars stóð saman um. Tí bleiv hon sitandi á tingi, og Jacob slapp ikki framat fyrr enn málið var avgreitt.

Eingin ákærdi Maritu Petersen fyri ódemokratiskan atburð. Heldur ikki Jacob Lindenskov sjálvur. Hon gjørdi tað, hon mátti gera, fyri at flokkurin kundi fáa sín vilja, og vera álítandi at samstarva við.

Hjá Maritu var hetta lætt at gera tá, tí eitt landsstýrisfólk kundi saktans sita á tingi. Nú mugu landsstýrisfólk lata sessin frá sær. Men fyri tað eiga varðafólk at virða tær grundleggjandi avtalur, sum tey valdu hava gjørt. Annars hevur tað ongan týdning, hvar veljarin hevur sett sín kross.

Kanska í skeivum flokki

Støðan hjá Anniku Olsen er ikki løtt. Má tá hon stillaði upp fyri lista A visti hon, hvørjum flokkurin stóð og stendur fyri.

Flokkurin er ímóti rættindum til samkynd. Annika Olsen er nú fyri.

Men tað er ikki einasta dømi. Flokkurin er til dømis eisini fyri, at útlendingar kunnu eiga í føroyskari fiskivinnu í mong ár framyvir. Tað er eitt sera grundleggjandi mál. Men Annika Olsen er ímóti.

Spurningurin er, um Annika ikki hevur skapt sínar egnu trupulleikar við at stilla upp fyri skeivan flokk.

(At enda og einaferð enn: Eg vóni, at tað aktuella uppskotið verður samtykt. Og tað verður tað eisini. Um ikki nú, so eftir næsta val).