ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!

2020-11-26 10:23

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 25.11.2020

____________________________________________________________________________________________________

ANNA OG DAVID RODDA
- farin aftur til Onglands!

Tað var fyri tveimum mánaðum síðani, at Anna og David Rodda komu til Føroyar. Tey høvdu ætlanir at verða í Føroyum í longri tíð, men valdu kortini at fara aftur til Onglands. Tey fóru úr Føroyum við flogfari yvir Norra mánamorgunin.

Tey hava ikki ferðast tað nógva millum samkomurnar á hesum sinni, men verið fyri tað mesta til møtini í samkomuni Berøa, sum øll árini hevur verið teirra føroyska heimasamkoma. Tíðina tey hava verið í Føroyum hava tey búð í Saltangará.

Meðan Anna og David vóru í Føroyum fekk samkoman í Berøa vitjan av Lív Poulsen, sum er trúboði í Senegal, og er heima í farloyvi. Tað var ein gleði og stimbran fyri Annu og David at møta og hoyra ein yngri trúboðara greiða frá arbeiðinum í júst tí landi, har tey virkaðu í mong ár.

Hóast Anna og David ikki longur eru fysiskt til staðar á missiónsmarkini í Senegal, so fylgja tey væl við arbeiðinum í Senegal á netinum, og kunnu tey geva ein hjálpandi leiklut á netinum so gera tey tað.

Tey búgva í Corn-Wall í suður vestur Onglandi, har David er vaksin upp og har familja hansara býr. Anna eigur sjey systkin, sum øll búgva í Danmark.

Tey komu til CornWall í øllum góðum týsdagin, skrivar David í einum t-posti.