Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Almannamál, játtanin og tíðindini - játtanin til almannamál hevur ongantíð verið størri

2022-04-11 11:59

Seinastu dagarnar hava almannamál aftur verið á breddanum, har dentur hevur verið lagdur á at sáa iva um politiska viljan at geva okkara veikastu bestu sømdir.

Nógv umrødda skerjingin, sum tíverri rakar partar av røktartilboðunum, er orsakaður av skurði hjá fíggjarnevndini í desember á uml. 10 mio. kr av játtanini til Almannaverkið.

Svarandi til 0,5% av av játtanini til almannamál, sum Løgtingið álegði landsstýrismanninum at spara, og sum landsstýrismaðurin so skynsamt sum gjørligt skal fremja.

Uppraðfesting

Samlaða játtanin fyri 2022 til almannamál endaði á 1 milliard og 925 milliónum kr, sum er uml. triðja hvør króna av rakstri landskassans – svarandi til 37.000 kr árliga fyri hvønn føroying, frá vøggu til gravarbakka.

Eitt meðal húsarhald við tveimum vaksnum og tveimum børnum rindar sostatt knappar 150.000 kr árliga til almannamál.

Upp móti hesum hálva prosentinum, sum almannamál í 2022 er skorðið í mun til fíggjarlógaruppskotið – ikki í mun til 2021, er almannaøkið munandi uppraðfest undir hesi samgonguni.

Munandi avrik

Ongin onnur samgonga undan hesari hevur játtað meira pening til almannamál.

Játtanin til almannamál er hækkað við 409 mió. í árunum frá 2019 til 2022. Sama játtanin hækkaði við 185 mió., tá undanfarna samgonga sat í Tinganesi

Hvat hevur so samgongan avrikað á hesum øki?

  • Pensiónin er hækkað. Í dag fær stakur fólkapensjónistur 12.750 kr og hjún uml. 22.200 kr útgoldið um mánaðin. Fyri fyrstu ferð síðani 2014 er pensiónin javnað. Hetta merkir, at pensjónistar, hava fingið hækking í pensjónini, sum er uml.1.450 kr um mánaðin.
  • Lógin um almannatrygd og tænastur er samtykt. Øll lóggávan á almannaøkinum er sostatt gjørd av nýggjum. Í lógini er m.a. nýggj heimild til viðlíkahaldsvenjing, sum er ætlað ungum, sum verða rakt av heilabløðing ella blóðtøppi.
  • Bústaðapakkin er samtyktur. Bústaðir hevur fingið lániheimild á knappa hálva milliard at byggja fyri. Av hesum skulu 200 mió brúkast til bústaðir til fólk við serligum tørvi. Í løtuni verða nógvar íbúðir bygdar kring landið og fleiri verkætlanir eru á veg.
  • Samgongan hevur veruliga sett gongd á útbyggingar á almannaøkinum:
  • 2. mars 2021 varð skjøtil settur á nýtt sambýli á Mýrini í Hoyvík til fólk við menningartarni.
  • 3. maj 2021 byrjaði byggingin av heimi í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu.
  • Fyrsta dagin verður farið undir byggingina av sambýli til fólk við fjølbreki og menningartarni í Reynstúni á Argjum.
  • Fyri tveimum árum síðani var stovnur til dement undir 67 ár tikin í nýtslu á Glyvrum.
  • Í Klaksvík verður bygdur Skálagarður, sum er nýtt bústaðatilboð til borgarar við seinheilaskaða.
  • Nýggjur bú- og viðgerðarstovnur er latin upp á Jústabrekku í Klaksvík.
  • Verkhúsið í Mylnugøtu er blivin veruleiki, eitt tilboð at veita virknistænastu til fólk við autismu, ið hava tørv á vardum umhvørvi.
  • Ein nýggj miðstøð fyri endur- og viðlíkahaldsvenjing verður í løtuni fyrireikað í Klaksvík.
  • Løgtingslógin um dagpening vegna sjúku er broytt soleiðis, at tíðarskeiðið er longt úr 40 vikum uppí 52 vikur.

Dagføringar neyðugar

Hesi mongu mál er framd í samgonguskeiðinum, sum Fólkaflokkurin umsitur.

At játtanin røkkur sum longst til teirra sum tørva, hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri at fremja neyðugar tillagingar og umskipanir á almannaøkinum.

Endamálið er at tryggja, at allar grundleggjandi tænastur verða dagførdar og varðveittar, men at tað samstundis verða settar í verk rationaliseringar og bygnaðarbroytingar, so at meira fæst fyri hvørja játtaða krónu.

Christian Andreasen,
formaður Fólkafloksins