Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði

2020-10-19 15:22

Heilsurøktarafelagið heitir á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri limir sínar á G4 á Landssjúkrahúsinum, á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heita vit á limir okkara um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, ið starvast á sjúkrahúsunum, skulu vera serliga uppmerksom upp á, at tey ikki gera annað arbeiði enn tað arbeiðið, tey vanliga gera og lata vera við at taka vaktir fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í verkfalli. Vit skulu minna á, at tað er arbeiðsætlanin, ið varð løgd undan verkfallinum, sum er galdandi fyri limir okkara.

Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum,

Rakul í Gerðinum, forkvinna