Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Áheitan um at betra neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum

2022-08-10 13:12

Til: Landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og forstjóran í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft

Tað var ein søguligur dagur fyri harðskapsrakt í Føroyum, tá ein neyðtøkutilbúgving umsíður varð sett á stovn á Landssjúkrahúsinum tann 1. mars 2022. Hetta var eitt ómetaliga týdningarmikið stig, ið tá var tikið.

“Rom varð ikki bygt eftir einum degi” varð ferð eftir ferð endurtikið á tíðindafundinum 1. mars, og skjótt gjørdist greitt, at tilbúgvingin ikki var heilt klár. Sálarliga kreppuhjálpin var enn ikki komin upp á pláss - tað vóru tað ikki pengar til, vóru boðini. Avvarðandi myndugleikar hava, hóast manglandi sálarliga kreppuhjálp mett, at ráðiligt var at taka ímóti teimum, sum høvdu verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Landsstýrismaðurin í heilsumálum lovaði á tíðindafundinum at finna eina loysn, so at sálarliga kreppuhjálpin varð klár í seinasta lagi 1. juni.

Í dag, 5 mánaðir eftir at neyðtøkutilbúgvingin lat upp, er enn einki fast tilboð um sálarliga kreppuhjálp.

Tann 25. mars hoyrdu vit eina kvinnu greiða frá, at tilbúgvingin ikki var klár at lofta henni, tá hon hevði tørv á hjálp í samband við neyðtøkuroynd. Tað sama hoyra vit fríggjadagin 5. august, tá tað frættist í tíðindunum, at ein kvinna hevði sett seg í samband við tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum, tí henni tørvaði hjálp. Kvinnan varð møtt av starvsfólki á sjúkrahúsinum, sum ikki vistu um hennara møguleikar at fáa sálarhjálp í samband við kynsligan ágang.

Støðan við tilbúgvingini er ikki nøktandi í verðandi líki. Støðan var ikki nøktandi 25. mars, og hon er heldur ikki nøktandi í dag, 5 mánaðar eftir at tilbúgvingin varð sett á stovn.

Omanfyrinevndu felagsskapir og stovnar hava tí eina inniliga áheitan til landsstýrismannin í heilsumálum og á sjúkrahúsleiðsluna um at tryggja, at:

- tilbúgvingin riggar sum ætlað og fær tikið ímóti teimum, sum venda sær til hana

- starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum hava neyðugu vitanina og kunningina um tilbúgvingina

- sálarliga kreppuhjálpin verður sett í verk sum skjótast

Undirritaðu felagsskapir gleðast sjálvandi um, at ein neyðtøkutilbúgvingin er sett á stovn í Føroyum. Tað er eitt stórt stig fyri korini og rættindini hjá neyðtøkuoffrum. Tað er hinvegin eisini so týdningarmikið, at hon riggar sum ætlað og í tráð við ta vitan, vit hava um hjálpina, neyðtøkuoffur hava tørv á. Vit heita tí á tykkum um at gera alt fyri, at tað verður sett inn, so tilbúgvingin riggar, sum ætlað.

Neyðtøka er ein so álvarsom brotsgerð og ágangur, og avleiðingarnar eru oyðileggjandi, um rætta hjálpin ikki verður givin.

Við vón um vilja at betra um núverandi støðu í neyðtøkutilbúgvingini.

Vegna felagsskapirnar Amnesty International Føroyar, Kvinnufelagið í Havn, Kvinnuhúsið, Kyn og Sinnisbati

Gunnhild Persson,
Sinnisbati