Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan frá filmsfólkum

2020-12-14 17:49

Fyri fyrstu ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælunum frá ráðgevarum um hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsipið um, at listin ikki skal stýrast politiskt er ikki longur galdandi.

Eins og talu- og trúarfrælsi, er frælsa listin grundleggjandi í einum fólkaræði. Teir partar av veruleikanum sum ein filmur endurspeglar, mugu ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum.

Tí er tað so umráðandi, at vit ikki gloyma og fara lætt um, at vit hava armslongd í fyristingini, og virða hesa armslongd.

Tað var eitt stórt frambrot, tá filmur kom á fíggjarlógina. Filmsjáttanin er grundvøllurin fyri at mál og mentan okkara eiga eitt pláss í filmi, og at filmsverkætlanir eru kring alt landið. Samstundis hevur játtanin verið við til byrta undir eina spírandi filmsvinnu, til gleði fyri okkum øll.

Verandi skipan hevur nú virkað í seks ár. Tíðin er búgvin til at skipani við filmsjáttanini verður løgd í eina tryggari legu, og verður skipað í ein grunn, so tað framyvir eru faklig og ikki politisk atlit, ið avgera hvussu stuðul verður játtaður.

Vegna
Føroysk Filmsfólk

Maria Winther Olsen, forkvinna
Ingun í Skrivarastovu, næstforkvinna
Sakaris Stórá, skrivari
Jonas í Dali Wagner, kassameistari
Anton Petersen, nevndarlimur