Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan á SSL og avvarandi myndugleikar

2020-12-20 19:30

Nógv eru tey, sum í dag gleðast um betur ferðasamband í Føroyum. Tað var ein sonn fragd fyri eygað, tá eg í gjárkvøldi fór inn í nýggja Eysturoyartunnilin. Eg hugsaði við mær sjálvum, fantastiskt fyri fólkini, sum fáa gagn av hesum, og unni eg teimum tað so sera væl. Hjartaliga tillukku við tunnilinum.

Tá tað er sagt, so er tað við einum beiskum bita í munninum, at eg hyggi eftir nýggju leið 450, ið tit hava lagt fyri okkum í Sundalagnum. At ymiskar avbjóðingar fóru at verða í økinum orsakað av nýggja tunnilinum er eingin loyna, men at almenna SSL skuldi viðvirka til niðurlagingina hevði eg ikki væntað.

Nýggja leiðin er snøgt sagt óbrúkilig. Her koyrir eingin bussur ígjøgnum økið gerandisdagar fyrr enn 4. januar, tá ið skúlarnir byrja aftur! Nýggja leiðin koyrir bara skúladagar, undantikið ein túr leygardag og ein túr sunnudag. Her búgva fólk, sum hvønn dag brúka bussin til arbeiðis. Gamalt var at fekk man stein í jólagávu, so var tað, tí man hevði skikkað sær illa. Hvat fólkið í Sundalagnum hevur gjørt stjóranum og samferðsluleiðaranum í SSL lystir mær at vita, men hendan avgerðin kennist sum at hava fingið stein í jólagávu. Í reglugerðini fyri Strandferðsluna stendur í punkt II, § 2. ‘’Fyritøkan hevur til uppgávu at nøkta landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.’’

Eg meti hesa broyting verða eitt greitt brot á omanfyri nevndu reglugerð, og heiti tí hervið á tykkum, um at seta vanligu rutuna inn aftur inn til 1. februar 2021, so kunnu vit seta okkum saman fyrst í komandi árinum og kanna tørvin í økinum. Eftir hetta kunnu tit gera eina ferðaætlan, sum nøktar tørvin hjá fólkinum í Sundalagnum. Vanliga eri eg fyri framburði, men tað er ikki framburður, tá ið tú tekur eina grundleggjandi tænastu frá okkum í Sundalagnum, fyri at betra um tænastuna aðrastaðni. Vit hava øll rætt til hesa grundleggjandi tænastu!

Vinarliga
Eyðstein Zachariasen
Varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini Sunda Kommuna 2021-2024