Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Aftursvar til Christian Andreasen um samtykkilógina

2022-03-21 15:21

Til viðgerðina av samtykkilógina í gjár, var nógvur kritikkur reistur av tingfólkum um at neyðtøkuásetingin í revsilógini eftir ætlan verður samtykkigrundað. Christian Andreasen og onnur vilja hava tað at vera sjálvbodnisgrundað. Tað verður sagt, at samtykkilógin er populisma og súmbol politikkur.

Er tað so veruliga soleiðis? Nei, sjálvandi ikki. Tað hevur týdning at vit halda fast við samtykki og ikki velja sjálvbodnisgrundaðu ásetingina. Hóast samtykki og sjálvbodnis allýsingin líkjast rættiliga nógv, so er tað serliga eitt punkt, ið skilir hugtøkini og sum ger, at samtykki er besta loysnin.

Sjálvbodnisásetingin sigur, at sex skal vera sjálvboðið. Meðan samtykkiásetingin sigur at sex krevur samtykki.

Sjálvbodnisásetingin leggur upp til, at passivitetur kann misskiljast sum sjálvbodni. Stóri munurin er, at tað, sum nógv neyðtøkuoffur upplivað er, at toniskur immobilitetur – kroppurin frystir og tey fáa ikki sagt frá ella sett seg upp ímóti. Sambært svenskari kanning upplivað 70% av neyðtøkuoffrum toniskan immobilitet.

Veruligur vandi er tí fyri, at ein sjálvbodnisáseting ikki hevði vart hesi neyðtøkuoffur. Tað ger ein samtykkiáseting.

Harafturat má eg leggja afturat, at einki bendir á, at størri risiko er fyri at ósek verða dømd eftir eini samtykkilóg. Próvbyrðan verður ikki vend á høvdið við eini samtykkilóg.Tað verður enn ákæruvaldið sum skal prógva, at tann ákærdi er sekur.

Hervør Pálsdóttir,
Tjóðveldi