A,B,C og D kommunur og eldrasamstørv

2020-12-02 14:57

At ræða fólk í politikki, plagar at virka. Tíanverri. Her í kjalarvørrinum av kjakinum um eldrasamstørv skulu vera sjálvboðin, ella ikki, verður aftur “kortið” langa út, sum ræðir fólk við at siga, at um samstørvini er sjálvboðin, so fáa vit A, B, C og kanska enntá D kommunur. Eg havi altíð havt trupult við at skilja henda hugsunarháttin, og her er orsøkin.

 

Fyri tað fyrsta havi eg sera trupult við at skilja, hví man í heila tikið letur seg stilla upp til eitt kommunuval, um man ikki ynskir heilt og fult ræði at tæna sínum borgarum. Hví man heldur tað er betri at eitt interkommunalt   “millumorgan” er betri at stýra t.d. eldraøkinum, enn eitt lokalt valt fólkastýrði.

Tú sum kommunupolitikkari kanst sjálv/ur velja um tín kommuna er A, B, C ella D kommuna tá hugsa verður um eldraøki.

 

Fyri tað næsta, so dugi eg ikki at skilja hví eitt tvungið samstarv er betri enn eitt sjálvboði samstarv. Summi fáa tað at ljóða so sum, at um samstørvini eru sjálvboðin, so vera ongin samstørv og so fara kommunur at detta niður millum, og vit fáa A, B, C og enntá D kommunur. Eg havi eina “turka trúgv” uppá, at flytur tú ábyrgdina á rætta stað, so vil rætta stað taka ábyrgd.

 

Fyri tað triðja, so er tað ONGIN kommuna sum hevur undirskot ella yvirskot av eldraøkinum. Fíggingarleisturin er ikki ÓRÆTTVÍSUR. Hann endurrindar kommununum fyri faktiska miss. Onki meir ella minnið.

At fíggingarleisturin er bundin at gongdini í m.a. oljuvinnuni kunna vit skjótt semjast um, at tað er ikki tað mest skilagóða. Men tað er nú einaferð tann leisturin sum bleiv valdur.

 

Hví stilla upp um man ikki ynskir ávirkan?

Fyri mítt viðkomandi er tað avgerandi at tað eru borgararnir í Eysturkommunu, sum fult og heilt avgera hvussu eldraøki her í okkara kommunu verður stýrt og raðfest. Um borgararnir her ynskja hægri raðfesting inna eldraøki, so eigur borgarin her at fáa sín vilja, og ikki vera bundin av, hvat borgarin í einari aðrari kommunu heldur ella ætlar, sum er veruleikin í dag.

 

Eg havi sera torført at skilja hví kommunupolitikkarar ynskja at hetta skal vera tvungið við lóg. Eitt gott samstarv í longdin er tengt av at man kann velja tað til ella frá.

At ynskja at t.d. Løgtingið tvingar onkran í eitt samstarv, tí man ikki megnar at gera neyðug samstørv sjálvur, er at undirgrava sín leiklut sum fólkavaldur politikkari. Eg vil fara so langt sum at siga, at megnar man ikki at gera tey samstørv sum er neyðug sjálvboðið,  so er man ikki sína uppgávu vaksin, sum fólkvaladur  politikkari.

 

Tvungið samstarv er ikki = onki samstarv

Tað er ein orsøk til at vit her í okkara parti av heiminum, hava flutt okkum frá miðaldar siðum har man giftið okkara børn burtur til onkran, sum gjørdi at eitt ella annað roknistykkið um makt, ríkidømi o.s.fr. gekk upp. Vit liva í einum samfelag í dag, har tað er heilt grundleggjandi at vit hava møguleikan at velja til og frá.

Uttan eg skal samanbera kommunupolitikk og giftur meir enn tað sama, so vil eg vísa á, at tá vit hava funnið tann rætta, so giftast tey flestu av okkum okkum allíkavæl. Sama vil gera seg galdandi í samstørvum fyri kommunur. Sær man ein fyrimun við einum samstarvið so ella so, so vil man hetta samstarvið og bindur seg til tað. So einfalt er tað í veruleikanum

 

Sum útgangsstøði síggja vit í dag, at tær kommunurnar sum eru fyri einum tvungnum samstarvið, eru tær sum standa sterkari, sum oftast tí tær eru størri, enn samstarvsparturin, og tí ikki standa til at missa nakað. Tær hugsa als ikki um hin partin, men bert um at nú standa vit sum útgangsstøði sterkari. Og hetta alt uttan at tað er neyðugt at gera nakrar sum helst tillagingar, so møguligir samstarvspartar síggja greiðar fyrimunir í samstarvinum. Vendi tað rætt, so skuldu partarnir allir sæð greiðar fyrimunir við einum samstarvið, og ikki sum í dag, har tað sum oftast bert er tann eini parturin sum “skúmar róman” og hini fáa ongar aðrar møguleikar. Eitt gott samstarv má í longdini vera sjálvboðið, eins og eitt gott hjúnarlag eisini má vera sjálvboðið. Tað er grundleggjandi fyri okkara hugsunarhátt.

 

Ongin hevur yvirskot ella undirskot av fíggingini av eldraøkinum

Tað er greitt “fake news” tá sagt verður at summar kommunur hava yvirskot, og aðrar kommunur hava undirskot av eldraøkinum.

 

Men tað er eisini rætt tá sag verður, at summar kommunur fáa meir endurgoldið, enn aðrar.

Orsøkin er einføld hendan: Afturberingin vit kommunur fáa frá landinum er deilt upp í tveir høvuðsbólkar. Eftirlønarskattur og fyri tey sum virka undir serskattaskipanum sum FAS, DIS, NIS.

 

Eftirlønarskatturin verður deildur út til kommunurnar eftir hvussu nógvir borgarar, sum eru 67 ár og eldri   búgva í kommununi eitt ávíst dato. Hevur ein kommuna nógvar eldri borgarar, so fær kommunan nógv afturborið fyri eftirlønarskattin. Hetta er einfalt og so rættvíst sum tað kann vera, og ongin setur spurnartekin við tað.

 

Afturberingin fyri DIS, FAS og NIS verður útgoldið eftir júst sama leisti. Nevniliga til tað kommununa, har hesi fólk búgva. Búgva nógv fólk sum vera lønt eftir hesum skipanum í einari kommunu, so fær tann kommunan eisini nógv afturgoldið. Hetta er eisini so einfalt og rættvíst, sum tað kann vera.

 

Kjakið snýr seg sum oftast um júst hesa afturberingina. Tað vísir seg at vera sera torført fyri summi at góðtaka, at nú fáa tær kommunurnar tað aftur, sum tær hava sviði fyri í nógv ár undir hesari skipanini við DIS o.s.fr.

Tað er munur á hvussu nógv undir hesum skipanum búgva í teimum ymisku kommununum. Men í mun til tey sum eru 67 ár og eldir, so skal hesin parturin sbrt. summum ikki rindast út aftur til har hesi fólkini veruliga búgva, men eftir einum øðrum leisti. Og tað er tað tey sum oftast hanga seg í, og kallað órættvíst o.s.fr.

 

Fyri at lýsa hetta við einum hugsaðum dømi, so kann man siga:

 

At kommuna 1 hevur 10 av 100 borgarar sum virka undir DIS v.m. og rest, 90 borgarar, rindar vanliga kommunuskatt.  Kommunan fær tískil afturbering frá landinum fyri 10 borgarar og tískil inntøkur frá øllum 100 borgaranum.

 

Kommuna 2 hevur 20 borgarar av 100 sum virka undir DIS v.m.  og rest, altso nú 80 og ikki 90 borgarar,  rinda vanliga kommunuskatt. Fær kommunan ikki endurgjald fyri allar teir 20 borgararnir sum búgva í kommununi, so fær kommunan ikki inntøkur av øllum sínum 100 borgarum, sum kommunan 1 annars fær.

 

 Tí spyrji eg, hvar er tað órættvísa í hesum?

 

Vit kunna øll vera samd um, at knýta afturberingina fyri eldraøki saman við gongdini í oljuvinnuni, er ein undarlig samanseting.

 

Forsøgan til tað er, at kommunurnar hava í nógv ár gjørt vart við, at tað var ikki rætt at tær skuldu missa inntøkur til kommunukassan, tí landi hevði gjørt nakrar serskatta avtalur. Hesi borgararnir sum búgva runt  um í ymisku kommununum kosta eisini kommununum okkurt har teir búgva.

 

Í samráðingunum um yvirtøku av eldraøkinum fingu kommunurnar hetta tilboð til fígging, sum er lýst omanfyri. Og tað var eitt “take it or leave it” tilboð. Og kommunurnar valdu at taka av.

 

So fyri at taka eitt sindur samanum, so er leisturin til afturberingin til eldraøk RÆTTVÍSUR. Um samlaða upphæddin sum verður flutt frá landinum til kommunur er tann rætta, er ein annar spurningur. Men ongin fær meir, ella minnið enn onkur annar. Uttan so, at helst fáa øll ov lítið.

 

Mín 16 ár sum kommunupolitikkari havi eg altíð verið heitur forsprákari fyri tí kommunala sjálvræðinum. Tað eri eg sanniliga eisini enn.

 

Borgarar her í Eysturkommunu mugu rinda 21% í skatt, fyri at kommunan her kann halda eitt ávíst tænastustøði. Tað er hægri enn miðal fyri landið, og nógv nógv hægri enn fleiri av teimum kommunur, sum siga seg ikki megna at lyfta tær uppgávur teimum er álagt, krevja inn av sínum borgarum.

 

Tískil eigur spurningurin hervið at vera reistur. Er tað grundarlag fyri hesum sjálvstøðugu kommununum?

 

So mín áheitan her í mínum “tólvta tíma” í kommunupolitikki, og við allari virðing fyri øllum kommunum er:

 

Nú mugu tit gera upp við tykkum sjálvi hvat tit ynskja. Ynskja tit at vera ein sjálvstøðug kommuna, so eiga tit eisini at syrgja fyri at tað ber til. Ynskja tit ikki at vera ein sjálvstøðu kommuna í framtíðini, so eiga tit eisini at gera tað sum skal til. Tað ringasta tit gera fyri tykkara kommunu, og okkum øll onnur, er at onki gera við tykkara framtíð.