Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Á tingborð í morgin: Politiskt stýring av pressuni

2021-03-15 13:41

Teir journalistar, sum vilja tekkjast almennu myndugleikunum, skulu framyvir hava stuðul. Aðrir skulu ongan stuðul hava

Síðani 2017 hava privatu miðlarnir fingið eitt lítlan almennan stuðul – tvær milliónir tilamans, sum eru býttar út á sjey miðlar.

At tað almenna stuðlar privatum fyritøkum er grundleggjandi ikki sunt, men miðlarnir vóru rættiliga kroystir fyri fáum árum síðani. Lýsingarinntøkur fluttu til amerikanskar mastodontar sum facebook, samstundis sum kappingin frá útlendskum netmiðlum herdist.

At vit hava privatar, frælsar miðlar hevur stóran týdning fyri bæði mál, mentan - og sjálvt fólkaræðið. Tí varð hesin lítli stuðul latin Og tað er einki eindømi - tað er eisini gjørt í londum, sum hava nógv størri marknað enn vit.

Mann kann kjakast um, hvørt skipanin var rætt skrúvað saman, men hon hevur ið hvussu verið einføld og bílig at umsita, tí pengarnir eru býttir út eftir heilt einføldunm treytum. Síðani hava tær privatu redaktiónirnar rátt fyri, hvussu teir eru brúktir.

Landsstýrismaður setir treytirnar
Ætlanin var, at skipanin skuldi eftirmetast eftir nøkur ár – men tað verður ikki gjørt. Í staðin verður hon púra broytt. Uppskot um hetta kemur fyri á tingi í morgin. Nú skulu øll kunnu søkja um pengar at gera miðlatilfar fyri, og so skal ein almenn nevnd gera av, hvør skal hava og ikki.

Rætturin at gera av hvussu pengarnir skulu brúkast verður altso fluttur frá privatu redaktiónunum til eina almenna nevnd. Mann kann siga, at henda nevnd í veruleikanum verður eitt nýggj, almenn redaktión.

Nevndin skal kortini eisini hava nakrar treytir at arbeiða eftir – og tær treytirnir skal Jenis av Rana, landsstýrismaður, seta.

Vit skulu altso hava eina almenna nevnd, sum – sambært treytum frá landsstýrismanninum – skal gera av, hvat skal skrivast og framleiðast fyri pengarnar.

Vansar
Hetta merkir fyri tað fyrsta, at skipanin verður nógv dýrari at umsita. Tað er jú hugsandi, at sera nógvar umsóknir koma inn, og tær skulu allar vurderast við støði í tí, sum landsstýrismaðurin vil hava.

Fyri tað næsta verður tað, sum skal rindast út, helst pettað sundur í sera smáar bitar.

Fyri tað triðja er lítið sannlíkt, at verandi (veiku) miðlar fara at fáa stórvegis gagn av skipanini, tí miðlaarbeiði er ikki sum gransking ella mentanararbeiði. Tað snýr seg ikki um ”verkætlanir”. Tað snýr seg um at viðgera tað, sum hendir her og nú. Eingin miðil í heiminum hevur ”verkætlanir” sum ganga hálvt ár fram.

Fyri tað fjórða er hugsandi, at nógvar av ”verkætlanunum” skulu almannakunngerast á sosialu miðlunum.

Altso á júst teimum pallum, sum farnu árini hava tikið so nógvar lýsingarpengar frá føroysku miðlunum.

Hetta fer sostatt at gera tað enn minni lokkandi hjá føroyskum fyritøkum at lýsa í føroyskum miðlum.

Fyri tað fimta hevur ein almenn nevnd eingi fíggjarlig atlit at taka. Hon situr líka trygg í sessinum um hon sigur ja til hetta ella hitt. Soleiðis er ikki við einum privatum miðli. Tað, hann ger, má kunna seljast. Men tá hann skal søkja eina almenna nevnd um pengar, má hann seta tey fíggjarligu atlitini til viks, tí hann skal tekkjast almennu nevndini. Og hon tekur ikki atlit til marknaðin, men til tær treytir, sum Jenis av Rana setir upp.

Fyri tað sætta er hugsandi, at treytirnar hjá Jenisi fara at gelda pressuna. Hann hevur jú í útvarpinum boðað frá, at honum ikki dámar kritiskan journalistikk. Sjálvt í public-service sáttmálanum, sum Kringvarpið arbeiðir eftir, vil hann hava tikið tað burtur, at Kvf skal vera kritiskt. Fara hansara treytir fyri miðlastuðli at endurspegla hesa hugsan, fáa vit eina enn meira tannleysa pressu.

Politisk stýring
Samanumtikið er hugsandi, at við teirri broyting, sum Jenis hevur skotið upp, fara vit at fáa eina skipan, har politiski myndugleikin ger av, hvat privata pressan skal skriva. Tann miðil, sum tekkist myndugleikanum, fær stuðul – aðrir fáa ongan stuðul.

Hetta er altso ikki bara politiskt útluting av journalistikki, men rætt og slætt politisk stýring av privatu pressuni.

Fólkaflokkurin tosar um, at tað almenna er ov stórt og dýrt, og at vit skulu hava minni almenna stýring. Við hesum verður tað almenna størri, dýrari og meira stýrandi.

Sambandsflokkurin sigur seg vera liberalan. Hetta er alt annað enn liberalt.

Mann má bara vóna, at hesir flokkar fara at taka síni egnu stevnumið í álvara.

Sjúrður Skaale