Á SEIÐABERG Á MOLANUM

2020-11-07 00:46

Vit skulu gera eina gonguleið úteftir nýggja brimgarðinum og á vegnum nøkur seiðbergspláss

Á henda hátt fáa vit eina ótruliga vakra gonguleið á 1 kilometur fram við sjóvarmálanum á fyrstu parkett.

Á hóskandi støðum kunnu benkur setast upp og so gerast nøkur seiðabergspláss.

Shengenøki skuldi ikki verið darvað av hesum um eitt nóg høgt hegn verður sett inn mót keiøkinum. Tað hevði verið áhugavert at sæð eitt arkitektteknað uppskot av hesum.

Við hesum høvdu vit endurskapt hugtakið: "at fara gongutúr út á molan".

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi