Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

1000 takk fyri Maifríð!

2022-09-19 13:57
Maifríð hevur tikið størsta fetið fyri javnstøðu á brekøkinum í nýggjari tíð, sum vónandi skapar nýggja presedens í skúlaskipanini. Hon hevur staðfest rættin til javnlíka atkomu til læring, og nú muga vit, ið varða av brekøkinum, bera stafettina á mál.

Vit eru sera glað vegna Maifríð Hansen og alt brekøkið, tí at hon hevði dirvi, mót og úthaldni at kæra og fáa viðhald, eftir at hon av órøttum varð víst úr Setrinum vegna brek.

Spurningurin varð serliga, um Fróðskaparsetur Føroya í nóg stóran mun hevði tillagað karmar og umstøður í útbúgvingini soleiðis, at hon sum lesandi kundi luttaka á jøvnum føti við onnur.

Tað reisir tann sera týdningarmikla og ótroytta spurningin um, hvat er nøktandi atkoma til læring?

Fyrr var tað soleiðis, at næmingurin í størri mun skuldi passa og tillaga seg eftir settu kørmunum, men við hesari niðurstøðuni verður tað vónandi mannagongd, at skúlin skal fara aktivt inn og tryggja næmingum við breki nøktandi atkomu til læring.

Hugtakið atkoma til læring er ikki so kent, og alt ov lítið ítalusett og dyrkað, um tú spyrt meg. Tað snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu skúlin kann optimera karmar og umstøður, so næmingurin við breki fær bestu læruúrtøkuna. Tað gevur sera góða meining at arbeiða við atkomu til læring, tá tað m.a. kemur til lesi-, sýnis- og hoyriveik og teimum við hugsavningar- og atferðaravbjóðingum so sum ADHD/ADD og autismu.

Í Føroyum eru vit blivin betri t.d. er dømi um, at undirvísingarstovnar eru tilvitaðir um, at øll ikki fáa lisið tann gamla endurkopieraða tekstin, tí hann ikki kann lesast inn í hjálparforritini! Skúlar eru, sum bert velja talgilt tilfar, og inrætta skúlastovuna optimalt.

Ofta skal ikki so nógv til hjá skúlanum, men tað ger allan munin hjá tí einstaka.

Onnur átøk fyri at betra atkomu til læring er at hækka fakligheitina innan serdidaktikk og sernámsfrøði. Í 2019 vóru 42% av stuðlunum í fólkaskúlanum ófaklærd! So at siga eingin eftirútbúgving verður givin hvørki lærarum, orðblindnalærarum ella stuðlum! Allir skúlar áttu at haft eina tilbúgvingarætlan við átøkm, ið fara automatiskt í gongd, tá eitt barn við tørvi byrjar í skúla, ella tá tað í skúlatíðini fær staðfest eina diagnosu. Vit vita, at skúlaflokkar eru ov stórir, at skúlar hava ov trongar karmar, at ov nógvir rútar forstýra bæði undirvísing og hugsavnan. Hvussu hevði ein skúlastova sæð út, um málssetningurin varð at optimera læruúrtøkuna??

Vit kundu sett inn við lesi- og skrivitøkni, soleiðis at tey áleið 10-15% av næmingunum, sum hava gagn av upplestrar- og uppsláingarfunkum kundu fingið væl betri atkomu til vitanina í bókunum og kundu avrikað skriftliga og munnliga væl betri.

Tað er tíbetri nógv, vit kunnu gera, fyri at gera tað betri.

Túsund takk fyri Maifríð, at tú brúkti rættin og stóð við títt!

Vit taka stafettina, og haldi áfram við arbeiðnum at tryggja atkomu til læring.

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagum